Produkteigari til FarPay
talentumpartners-1750142895
About the role
Kundi tú hugsað tær at verið við til at mynda framtíðina fyri gjalds- og innkrevjingarloysnir í eini skjótt vaksandi altjóða FinTech SaaS fyritøku?
FarPay mennir skipanir, ið automatisera og optimera gjalds- og innkrevjingarmannagongdir hjá fyritøkum. Loysnirnar betra um gjaldførið, umframt at varðveita kundar og skapa eina betri kundauppliving.
FarPay sóknast nú eftir einum sterkum produkteigara, sum torir at taka operationella og strategiska ábyrgd, fyri at tryggja rættar loysnir – heldur enn bara nýggjar funkur.
Starvsstaðurin kann antin vera í Keypmannahavn ella í Tórshavn.
Starvið
Sum produkteigari hjá FarPay hevur tú meira enn bara ábyrgd fyri einum backlog – tú virkar sum ”stjóri”.
Tú verður meginbindiliðið millum virkisætlan, kundatørv og menningartoymið, og fært ein lyklaleiklut í arbeiðnum at ganda innlit til virðisskapandi loysnir fyri kundan.
Tú fert at vera í tøttum samstarvi við tøknitoymið og kundatænastuna, sum tekur sær av onboarding av nýggjum kundum, kundatænastu, verkætlanum og kravfestingum. Tú vísir til menningar- og tøknileiðaran, Che Schneider, sum hevur starvsstað í Hollandi.
Tíni ábyrgdarøki
· At allýsa og reka visiónina og ætlanina fyri loysnirnar.
· At hava ábyrgd av og víðarimenna roadmap uppá styttri og longri sikt við handilsvirði og ROI í miðdeplinum.
· At ítøkiliggera roadmap og strategisk mál til raðfestan backlog, soleiðis at uppgávur altíð eru klárar til eina sprinttilgongd.
· At gera og samskifta týðiligar arbeiðsgongdir og brúkarasøgur, soleiðis at menningartoymið skilir bæði ”hvat” og ”hvussu”.
· At tryggja munadygga og virðisskapandi avhending av sprinttilgongdum, herundir eisini smærri leypandi ticket uppgávum.
· At tryggja leypandi og týðiligt samskifti um produktbroytingar til bæði innan- og uttanhýsis áhugapartar.
· Verkætlanarleiðsla tvørtur um tiltøk og áhugamál.
· At hjálpa til við sleppingum, handfara feilmeldingar og skjalfesting.
· At vera virkin og luttaka á eftirmetingarfundum, har dentur verður lagdur á leypandi betringar og at fagna góðu úrslitunum.
· At luttaka á útvaldum kundafundum, fyri at finna fram til tørvin hjá kundanum og afturmeldingar frá kundunum.
· At tryggja skjalfestan í sambandi við avgerðir, og fylgja upp uppá avtalur.
· Tætt samstarv við sølu og kundatænastu fyri at savna saman afturboðanir frá kundum og frá marknaðinum.
Hvør ert tú?
FarPay sóknast eftir einum starvsfólki, sum fær virksemið, tørvin hjá kundanum og tøkni at ganga upp í eina hægri eind – og sum trívist í einum fjølbroyttum umhvørvi við fleiri ymiskum áhugapørtum.
Tú hevur framúr tøkniliga fatan og nógv amboð innan økið
· Prógv uppá royndir við at arbeiða tætt saman vid menningartoymum í einum smidligum umhvørvi
· Góða fatan innan SaaS, API, samskipan, cloudbornum nýtsluforritum og mannagongdum viðvíkjandi avhending av forriti
· Royndir við amboðum innan produktleiðslu, backlog fyrisiting og samstarvi, so sum Jira, Confluence og Productboard
· Evni til at nýta dátur, greining, afturboðanir frá kundum og handilslig KPI til at taka væl grundaðar produktavgerðir
Tú hevur sterka strategiska fatan fyri handilsvirksemi
· Tú leggur dent á virði heldur enn funkur
· Tú skilir marknaðarkreftir, kapping og handilsligar lyklafaktorar
· Tú himprast ikki við at taka tungar avgerðir og at siga nei, tá tað er neyðugt
Tú ert sterk/ur innan samskifti
· Tú dugir at gera tað fløkjasliga einfalt
· Tú dugir væl at taka atlit til allar áhugapartar og at seta felags kós
· Tú dugir at nýta ”storytelling” til at skapa áhuga og fatan
Tú ert brúkara- og dátadrivin
· Tú skilir tørvin og avbjóðingarnar hjá brúkarunum
· Tú tekur avgerðir út frá dátum, innliti og fakta, heldur enn varhuga
Tú tekur ábyrgd og ert framfýsin
· Tú ert ágrýtin og tekur ábyrgd av tínum uppgávum.
· Tú trívist við fleiri uppgávum í senn, og at raðfestingin broytist alsamt.
· Tú arbeiðir skipað – eisini tá tað gongur skjótt.
· Tú verður motiverað/ur av avbjóðandi uppgávum.
Tú ert ein viðspælari
· Tú eggjar toyminum, og hevur álit á teirra tekniska serkunnleika.
· Tú ert forvitin og leitar tær nýggja vitan leypandi.
· Tú ert smidlig/ur og trívist við broytingum.
· Tú tekur ábyrgd – eisini tá avgerðirnar kunnu vera truplar.
Hvat bjóðar FarPay?
· Ein týdningarmiklan leiklut í eini framsøknari SaaS/FinTech fyritøku
· Møguleikan at seta tín dám á eina software-tænastu við stórum menningarmøguleikum
· Eina altjóða uppsetan við tøttum samstarvi tvørturum landamørk
· Eitt toymi vid høgum serkunleika innan SaaS/FinTech
· Ein leiklut við ábyrgd bæði innan strategi og fyriskipan
· Stóra ávirkan á produktmenningina
Ert tú til reiðar at taka við ábyrgd?
Um tú ynskir at vera við til at menna eina tænastu, sum ger ítøkiligan mun fyri gjaldføri og kundaupplivingina hjá fyritøkum – og samstundis taka ábyrgd av kósini, raðfesting og útinnan – so vilja vit fegin hoyra frá tær.
Setanartilgongdin er í samstarvi vid Talentum Partners. Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband vid Boga Magnussen, partnara, á tlf. +45 53 88 89 76 ella á bm@talentumpartners.dk.
Vit hava samrøður leypandi, og viðgera allar áheitanir í trúnaði.
Vit gleða okkum at hoyra frá tær.
758,000+ hidden jobs like this
talentumpartners-1750142895 and thousands of companies post here first — often days before LinkedIn or Indeed. Your first 5 applications are free; go Pro to apply without limits.
Everything Pro unlocks:
- Unlimited applications — free stops at 5
- Track every application in one place
- Apply straight to the source, one click
- Save & organize roles you love
- Roles pulled from company boards before the big sites